Strategipakki

Leiðsluhúsið ráðgevur leiðslum innan rakstraroptimering, vakstrarkós og KT leiðslu. Ring á 230060 um tú hevur spurningar og ynskir at vita meira um ávís økir.

At seta kósina móti nýskapan ella vøkstri kann bæði merkja at menna fyritøkuna og at skapa nýtt virksemi. Strategi pakkin verður í hvørjum einstøkum føri snikkaður eftir júst tykkara tørvum og ynskjum. 

Greining

Vit greina sakliga verandi støðuna hjá fyritøkuni ella stovninum, soleiðis at leiðsla og starvsfólk fáa eina greiða, felags fatan av støðuni. Bæði við fyrimunum og vansum. Úrtøkan er semja um tað átrokandi í at tillaga fyritøkuna ella stovnin til framtíðina.

Mál og strategi

Síðani hjálpa vit fyritøkuni/stovninum at finna út av hvagar hon skal. Hetta gera vit við skipaðari nýhugsan, sum skapar íblástur og semju um málini fyri framman. Úrtøkan er ein savnað fyritøka/stovnur handan nýggju kósina.

Verkseting

Vit ráðgeva eisini fyritøkuni/stovninum at koma á mál, tí verkseting av umráðandi broytingum krevur alla orkuna hjá eini fyritøku/stovni og meira afturat, og vit veita júst tað eyka sum skal til. Úrtøkan er ein strategipakki, ið gevur eina robustari fyritøku/stovn við betri úrslitum.


 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *