STRATEGImeNNING


Hevur tú tørv á strategimenning?

Við strategimenning greina vit sakliga verandi støðuna hjá fyritøkuni ella stovninum, soleiðis at leiðsla og starvsfólk fáa eina greiða, felags fatan av støðuni, bæði við fyrimunum og vansum. Úrtøkan er semja um tað átrokandi í at tillaga fyritøkuna ella stovnin til framtíðina.

Vit hjálpa eisini fyritøkuni ella stovninum at finna út av hvagar hon skal. Hetta gera vit við skipaðari nýhugsan, sum skapar íblástur og semju um málini fyri framman. Úrtøkan er ein savnað fyritøka/stovnur handan nýggju kósina.

Vit ráðgeva eisini fyritøkuni ella stovninum at koma á mál, tí verkseting av nýggjari strategi krevur alla orkuna hjá eini fyritøku/stovni og meira afturat, og vit veita júst tað eyka sum skal til. Úrtøkan er ein robustari fyritøka/stovnur við betri úrslitum.

  • Eru vit har vit ynskja at vera?
  • Vita vit hvar vit vilja fara?
  • Hvussu útbúgva vit okkum best til framtíðina?