arbeiðshættir okkara


Úrslit burtur úr ábyrgd og arbeiðsgleði!

Vit brúka okkara føstu arbeiðshættir í øllum menningaruppgávunum hjá Leiðsluhúsinum, sum hava hesi 5 stigini: planlegging, greining, menning, verkseting og uppfylging. Vit víkja bert frá hesi mannagongdina í sambandi við skeiðsvirksemi, ella tá vit coacha ella sparra við einstakar leiðarar.

Vit planleggja allar uppgávur okkara nágreiniliga saman við tær sum uppgávugevandi leiðara. Vit greina fyritøku tína fyri at finna tær týdningarmestu avbjóðingarnar og teir mest áhugaverdu møguleikarnar. Saman við tær og úrvaldum leiðarum og starvsfólkum áseta vit menningarmál og –ætlanir. Vit eru við til at seta í verk ætlanirnar, og síðani hjálpa vit við at fylgja upp. Hóast fastar arbeiðshættir, verður innihaldið lagað fullkomiliga til tørvin hjá tykkara fyritøku ella stovni.

Vit brúka sum vera man nøkur effektiv teoretisk og verklig amboð, men bert slík, sum vit sjálvi hava roynt í verki. Vit hava í ríkiligt mát tikið okkara egna heilivág. Vit hava rikið bæði privat og alment virksemi, og vit hava kent á egnum kroppi, hvat virkar væl, men sanniliga eisini, hvat ikki virkar – ella enntá hvat beinleiðis ger skaða.

Vit átaka okkum ONGANTÍÐ eina uppgávu, har vit sleppa endanum eftir tey góðu prátini og lata teg og tykkum einsamøll um at seta ætlanirnar í verk. Vit verða ALTÍÐ verandi í tilgongdini, líka til tit fáa úrslitini av henni.

Mannagongd:

Fyrireiking → greining → menning → verkseting → uppfylging

  • Fasta mannagongdin verður altíð lagað til tørvin hjá fyritøku tykkara.
  • Vit brúka bert teoriir og amboð, sum vit sjálvi hava roynt í verki.
  • Vit verða altíð verandi, til úrslitini eru nádd – og vit fylgja upp.