Leiðarasparring


Hevur tú tørv á leiðarasparring?

Ein leiðari kann hava nógvar góðar grundir til at biðja um leiðarasparring. Viðhvørt kann tað vera gott at fáa nøkur eygu uttaneftir at hyggja at einum trupulleika. Onkuntíð kann onkur trupulleiki stinga seg upp í organisasjón tíni, sum kann verða trupul at viðgera innanhýsis, av tí at ymsar kenslur kunnu vera uppií.

Leiðarasparring gevur tær møguleika at fáa óheft eygu at hyggja at onkrum ítøkiligum trupulleika, sum tú hevur at stríðast við. Í eini beinleiðis samrøðu kunnu vit veita ráðgeving og vegleiðing til at loysa trupulleikan. Sparringin skal bera í sær, at tú skjótt kanst venda tær frá aktuellum trupulleikum til eina meira framsøkna menning av tínum ábyrgdarøki.

Leiðarasparringin verður framd bæði professionelt og í trúnaði á ein hátt, sum kann vera trupul at fremja innanhýsis, av tí at tú ikki altíð kanst vita, hvørji áhugamál onnur í organisasjónini hava.

  • Sparringsfelagi hyggur at trupulleikunum saman við tær.
  • Professionel leiðarasparring í trúnaði.
  • Møguleiki fyri skjótt at venda sær burtur frá aktuellum trupulleikum.
  • Høvið til at fremja eina meira framsøkna menning av tínum ábyrgdarøki.