“Endamálið var at sjónligggera eitt felag hjá okkum á netinum. Allar avbjóðingarnar blivu gjølla viðgjørdar, og arbeiðið var væl tilrættalagt og professionelt. Vit hava beinanvegin upplivað betringar og síggja, at vitjanartølini á heimasíðunu eru økt longu nú. Vit eru sera væl nøgd og vilja avgjørt viðmæla tað”

Aimi Justinussen,
fyrisitingarleiðari

"Úrslitið var á einum professionellum støði og kann brúkast aftur ísv. møguligar framtíðar kanningar. Hóast tilfarið var rúgvusmiklarari enn tað, ið vit áður hava móttikið frá øðrum líknandi nøgdsemiskanningum, fingu vit kortini nakað fyri meir givnu pengarnar."

Boði Haraldson,
Deildarleiðari í Teknisku deild

"Vit dámdu tilgongdina til at loysa trupulleikan frá byrjan til enda sera væl. Øll starvsfólkini fingu nakað positivt burturúr. Tað sum bleiv sett út í kortið var einfalt og greitt, og bleiv lagað eftir okkara tørvi."

Jóannis Skorheim,
stjóri á Grannskoðan

"Í rakstrinum síggja vit nógv góð úrslit og tað fara vit eisini at síggja frameftir. Nú arbeiða vit betri skipað og effektivt. Sum stjóri má mann taka kjansir og eg eri øgiliga glaður fyri at eg gjørdi tað, tí alt er broytt til tað betra. Um tit ikki høvdu verið her, so høvdu vit verið í sama stað."

Debes Petersen,
stjóri í Kemilux

"Lean hevur síðani 2009 verið í okkara arbeiðshátti, og hevur givið okkum enorma framgongd á øllum økjum."

Andras Davidsen,
framleiðslu leiðari hjá H DYGD

"Tað innanhýsis skeiðið gav okkum ein greiða felags fatan av hvat projektleiðsla er. Tað var tilpassað okkara tørv, og vit fingu uppgávur, sum passaðu til okkara. Eg viðmæli absolut øðrum at taka eitt innanhýsis skeið."

Gunnleyg Ihlen,
journalførari, Jarðfeingi

"Samstarvið við Leiðsluhúsið var sera gott, og eg fekk nógv burturúr. Eg fekk góða sparring og eisini nýggjan íblástur til økir, sum eg ikki havi hugsað um frammanundan."

Uni Danielsen,
stjóri á Vága- og Norðoyatunlinum

"Ein stór hugburðsbroyting er hend hjá starvsfólkunum, og arbeiðsplássið er broytt til tað betra."

Kristina Ejdesgaard,
deildarleiðari á Tjaldurs Apotek