Vitin - tín leiðbeining

Dátuverndarkunning

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Leiðsluhúsinum at tryggja, at viðgerðin av

persónupplýsingum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er

kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí orða hesa dátuverndarkunning, sum sigur tær,

hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

1. Vit eru dátuábyrgdari

Leiðsluhúsið er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava

móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum,

dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við

Leiðsluhúsið:

 

Leiðsluhúsið

Bryggjubakki 4

Postsmoga 128

110 Tórshavn

eydbjorn@lh.fo

+298 230060

 

Á heimasíðuni lh.fo sæst hvat verður bjóða út av tænastum.

2. Nær viðger Leiðsluhúsið persónupplýsingar um teg

Leiðsluhúsið viðger persónupplýsingar um teg í samband við viðgerð, vegleiðingar, tiltøk,

og skeið o.a.

Tað kann verða at Leiðsluhúsið hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at

fáa persónupplýsingar um teg.

Leiðsluhúsið hevur eina Facebook síðu. Her viðger Leiðsluhúsið persónupplýsingar um teg,

um tú dámar, viðmerkir ella deilir eitt av uppsløgunum hjá Leiðsluhúsið. Afturat hesum

viðger Facebook eisini upplýsingar um teg um tú sendir teimum beinleiðis boð ígjøgnum

hesar miðlarnar.

Eisini kann tað verða at tú hevur sent Leiðsluhúsið, ein fyrispurning, eini fundarboð, eina

klagu, ella eina starvsumsókn, o.s.fv. sum ger at Leiðsluhúsið skal viðgera tað tú sendir inn,

hetta ger at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.

3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Leiðsluhúsið vil veita kundunum eina góða tænastu, og tí kann tað verða neyðugt hjá Leiðsluhúsið at viðgera tínar persónupplýsingar.

Tað eru fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar. Tað kann verða at

taka ímóti og viðgerð av ordrum frá tær. Veita tænastur í samband við eina ráðgeving, svara

fyrispurningum og senda rokningar osfv.

3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð

Tað kunnu sum víst omanfyri verða ymsar persónupplýsingar, sum Leiðsluhúsið viðger og

heimildargrundarlagið er eisini ymist.

–  Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8,

stk. 1, nr. 1-4 og 6. Heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er

í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.


– Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í

tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.

4. Sløg av persónupplýsingum

Tá tú keypir eina tænastu kunnu bæði vanligar og viðkvæmar persónupplýsingar brúktar.

Vanligu persónupplýsingarnar viðgjørdar eru:

– For- og eftirnavn

–  Bústað

–  Postnummar

–  Býur/bygd

–  Teldupost

–  Telefon

–  Føðingardagur

 

Viðkvæmar persónupplysingarnar, sum verða viðgjørdar í sambandi við eina viðgerð eru

oftast:

– P-tal

 

Um tú ert virkin á Facebook síðuni eru tað hesar upplýsingar, ið verða viðgjørdar:

– For- og eftirnavn

– Mynd

– Aðrar upplýsingar tú sjálv/ur hevur deilt og/ella dáma við tín profil

 

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Leiðsluhúsið gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari. Men vit nýta í

summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan

og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera bókhald, og goymsla/viðgerð av persónupplýsingum,

ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum. Tað kunnu eisini verða myndugleikar, sum

skulu hava upplýsingar um teg í sambandi við okkara virksemi, tað eru m.a. TAKS og onnur.

6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum

Leiðsluhúsið nýtir sum útgangsstøðið ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri

ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar

har móttakarin er í USA.

Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi

heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið

av tínum upplýsingum er nøktandi.

6.1 Leiðsluhúsið brúkar Facebook

Leiðsluhúsið hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú

eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá

tú brúkar Facebook síðuna hjá Leiðsluhúsið. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir

vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita,

hvørjar lýsingar tú skal síggja.

Um tú sært tað, sum liggur á facebook er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á facebook

og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.

Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook.

 

7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava

Sum áður nevnt, so heintar Leiðsluhúsið tínar persónupplýsingar í sambandi við virksemi hjá

okkum og upplýsingarnar koma beinleiðis frá tær.


Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg. 



8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar

Leiðsluhúsið hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað

ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við

viðgerðini.

9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering

Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.

10. Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum

persónupplýsingum.

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í

dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki

treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á

møti.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí

samskiftisupplýsingar í brotið 1).

10.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25

Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

10.2 Rætturin til innlit (§ 26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

10.3 Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

10.4 Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara

ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og

ávís endamál sum áseta at Leiðsluhúsið skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar

persónupplýsingar.

10.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða.

Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert

goyma persónupplýsingarnar.

10.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum

skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar

frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

10.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis

marknaðarføring.

10.8 Rætturin at taka samtykki aftur

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal

viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar

tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú

tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Leiðsluhúsið á: eydbjorn@lh.fo

10.9 Klaga til Dátueftirlitið

Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um

viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Metir tú, at Leiðsluhúsið ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í

dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst

klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00.

Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum

er www.dat.fo

———

 

Seinast dagført 13. oktober 2025