nevndarskeið


Hevur tín nevnd tørv á nýggjum amboðum, so hon gerst enn betri før fyri at møta framtíðar avbjóðingum?

Seinastu árini hevur nógv fokus verið á nevndir og nevndararbeiðið – bæði í størri og smærri fyritøkum. Nevndarlimir geva sær tí alt størri far um, hvørt teir liva upp til ábyrgdina, sum fylgir við nevndarsessinum, tá tað kemur til teirra leiklut ísv rakstur og menning av fyritøkuni.

Á skeiðnum fært tú innlit í tínar skyldur sum nevndarlimur. Vit gjøgnumganga eisini eitt nú, hvussu ein góð nevnd er samansett og hugtakið “Corporate Governance” (góð virkisleiðsla), ið snýr seg um relatiónirnar ímillum leiðslu, nevnd og eigarar, ið skulu tryggja burðardygga menning av fyritøkuni.

Hetta fært tú burturúr:
  • Innlit í ábyrgdina, sum fylgir við nevndarsessinum í einum partafelag og hvørjar uppgávurnar hjá nevndini eru
  • Amboð til, hvussu ein nevnd fær eitt gott samstarv sínamillum og við leiðsluna
  • Eina fatan av strategiarbeiðinum og hvussu ein strategitilgongd kann skipast
  • Innlit í, hvussu til ber at arbeiða við góðari virkisleiðslu (Corporate Governance)
  • Tú fært innlit í, hvør uppgávan hjá nevndarformanninum er
Luttakarar:

Skeiðið er fyri nevndarformenn og stjórar, ið ynskja størri innlit í møguleikar og skyldur ísv nevndararbeiði.

Innihald:
  • Ábyrgd, leiklutur og uppgávur hjá nevndini
  • Skyldan hjá leiðsluni – og viðurskiftini ímillum leiðslu, nevnd og eigarar
  • Førleikarnir hjá eini effektivari nevnd
  • Nevndin sum toymi
  • Samansetingin av eini góðari nevnd og leikluturin hjá nevndarformanninum
  • Nýggjar nevndir, nýggir nevndarlimir, rollur og hvussu verða avgerðir tiknar
  • Eftirmeting av nevndini
Háttur

Denturin á skeiðinum verður lagdur á viðurskifti, sum ofta koma fyri í nevndararbeiði og førleikar, sum nevndarlimir hava tørv á, fyri at handfara hesi viðurskifti. Tíð er sett av at viðgera einstøku evnini.