Føroya fyrsta E-bók um leiðslu

Torben Nielsen og Eyðbjørn Poulsen úr Leiðsluhúsinum hava skrivað Føroya fyrstu E-bók um leiðslu

Bókin er útgivin í samband við at Eyðbjørn og Torben hava arbeitt í 10 ár sum leiðsluráðgevar. 

Bókin snýr seg um leiðslu og menning í Føroyum – nú og í framtíðini, og er skrivað út frá teirra royndum í føroyskum fyritøkum og stovnum. 

Evnini sum verða umrødd eru m.a.:
– hvat er góð leiðsla
– um at vera leiðari hjá tí almenna
– um at vera leiðari í tí privata
– hvat framtíðar leiðarin skal hava í huga. 

Eisini eru amboð í bókini, og sum eru viðgjørd innan omanfyri nevndu økini. Amboðini kunnu nýtast av øllum leiðarum, og saman við starvsfólkunum.

Bókin er ætlað stjórum og leiðarum í Føroyum og ber til at taka niður her.