Vakstrarkós

Leiðsluhúsið ráðgevur leiðslum innan rakstraroptimering, vakstrarkós og KT leiðslu. Ring á 230060 um tú hevur spurningar og ynskir at vita meira um ávís økir.

Ynskir tú at skapa vøkstur í fyritøkuni?

Um tú ynskir at skapa vøkstur í fyritøkuni, er skilagott at gera eina strategiska vakstrarkós um, hvussu og hvussu skjótt fyritøkan skal vaksa.

Tað er júst her vit kunnu bjóða tær eitt amboð til eina vakstrarkós. Talan er um ein handilsmyndil, sum setir fokus á menning av verandi og nýskapan av nýggjum tænastum í tíni fyritøku.

Á henda hátt fær tín fyritøka eitt einfalt, sjónligt og nýskapandi amboð, sum gevur møguleika at hyggja at rakstrarligum- og fíggjarligum fyrimunum á ein heilt nýggjan hátt.

Hvat fært tú burturúr?

Tú fært innlit í hvussu tú kanst kunna og samskifta um broytingarnar, sum tín fyritøka má gera fyri at møta broyttum krøvum frá kundum, og fyri at røkka málinum um vøkstur.

Við handilsmyndlinum fært tú millum annað eisini skerpa hesi viðurskifti:

✔ Hvussu handilsmyndilin kann brúkast sum lopfjøl til nýhugsan og virðisskapan

✔ Møguleikar og avmarkingar í handilsumhvørvinum hjá fyritøkuni

✔ Serstøðan hjá leiðsluni og ætlanin við handilsmyndlinum her og nú og sum frá líður

✔ Stýringar- og útinningarætlan hjá leiðsluni

✔ Handilsmyndilin sum amboð til at betra um evnini at skapa cash flow

Málbólkur

Skeiðið vendir sær til nevndarlimir, eigarar, íleggjarar og leiðslur, sum seta fokus á at menna rakstrarligu- og fíggjarligu virðisskapanina í fyritøkuni.

 


Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *