Strategisk nýskapan

Leiðsluhúsið ráðgevur leiðslum innan rakstraroptimering, vakstrarkós og KT leiðslu. Ring á 230060 um tú hevur spurningar og ynskir at vita meira um ávís økir.

Ynskir tú nýskapan í stovninum?

Um tú ynskir at fremja nýskapan í stovnunum, er skilagott at gera eina strategiska ætlan um, hvussu og hvussu skjótt stovnurin skal mennast.

Tað er júst her vit kunnu bjóða tær eitt amboð til nýskapanina. Talan er um ein stovnsmyndil, sum setir fokus á menning av verandi tænastum og nýskapan av nýggjum tænastum í tínum stovni.

Á henda hátt fær tín stovnur eitt einfalt, sjónligt og nýskapandi amboð, sum gevur møguleika at hyggja at fyrimunum í tilverugrundarlagnum á ein heilt nýggjan hátt.

 

Hvat fært tú burturúr?

Við stovnsmyndlinum fært tú millum annað skerpa hesi viðurskifti:

✔ Hvussu stovnsmyndilin kann brúkast sum lopfjøl til nýhugsan og virðisskapan

✔ Møguleikar og avmarkingar í tilverugrundarlagnum hjá stovninum

✔ Serstøðan hjá leiðsluni og ætlanin við stovnsmyndlinum her og nú og sum frá líður

✔ Stýringar- og útinningarætlan hjá leiðsluni

✔ Stovnsmyndilin sum amboð til at betra um evnini at skapa ein vælriknan stovn

Tú fært eisini innlit í hvussu tú kanst kunna og samskifta um broytingarnar, sum tín stovnur má gera fyri at møta broyttum krøvum frá samfelagnum, og fyri at røkka málinum um nýskapan.

 

Málbólkur

Skeiðið vendir sær til stovnsleiðarar, sum seta fokus á at menna stovnsmyndilin, og harvið ynskja at skapa mest møguligan framburð fyri samfelagið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *