Leiðsluhúsið bjóðar seg fram at undirvísa og vegleiða á skeiðum og seminarum, ætla einum breiðum luttakaraskara, ella á verkstovum, sum eru snikkaðar til ávísar fyritøkur, og sum snúgva seg um onkrar av okkara kjarnutænastum.

Tað er eisini ein fastur táttur í teimum royndarverkætlanum, sum vit eru við í í fyritøkum og á stovnum, at vit læra leiðarar at skipa fyri og stýra prosjektum, so organisasjónirnar síðani kunnu standa á egnum beinum uttan at vera varandi heftar at okkum.

Vit bera fegin lærdóm okkara víðari.
Skeið og verkstovur, sum eru snikkaðar til ta einstøku fyritøkuna.
Prosjektleiðaraskeið sum partur av royndarverkætlanum.
Stuðul til organisasjón tína, so hon kann standa á egnum beinum.