Rakstraroptimering

rakstraroptimering
20% hægri effektivitetur tryggjaður

Endamálið við rakstraroptimering er at hjálpa og ráðgeva fyritøkuni/stovninum at gagnnýta tilfeingið betur, soleiðis at fyritøkan/stovnurin veitir betri tænastu og fær nøgdari kundar.

Lætt framdar betringar

Við rakstraroptimering gera vit eina skjóta greining og menning í fyritøkuni ella stovninum, soleiðis at lætt framdar betringar kunnu setast í verk uttan óneyðugt drál.

Málstýring

Vit leggja eisini upp til at verkseta málstýring í fyritøkuni, sum m.a. ber við sær at starvsfólkið javnan fæst við at fremja betringar í arbeiðsgongdum. Úrtøkan er áhaldandi menning av bæði starvsfólkunum og av arbeiðsgongdunum.

Verkseting

Vit fylgja tilgongdini í verksetingini av øðrum betringartiltøkum til endan, og styrkja harvið førleikan og motivatiónina hjá starvsfólkunum at gera verkætlanina lidna. Úrtøkan er ein effektivari fyritøka/stovnur og glaðari starvsfólk.


Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *