Projektleiðsla

Leiðsluhúsið ráðgevur leiðslum innan rakstraroptimering, vakstrarkós og KT leiðslu. Ring á 230060 um tú hevur spurningar og ynskir at vita meira um ávís økir.

Leiðsluhúsið bjóðar fyritøkum ella stovnum hjálp innan projektleiðslu. Vit bjóða royndar og professionellar projektleiðarar at loysa uppgávuna.

Líka mikið um tit ynskja at útveita hesa tænastu, hava tørv á at avlasta tykkara egnu projektleiðarar ella hava brúk fyri einum projektleiðara við serførleika t.d. at fremja strategimenning, organisatiónsbroytingar, rakstraroptimeringar ella aðrar verkætlanir, so hava vit rætta persónin til uppgávuna.

Tykkara úrtøka er at verkætlanirnar gerast lidnar til tíðina og innan avtalaðar kostnaðarkarmar.


Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *