Úrslit burtur úr ábyrgd og arbeiðsgleði gjøgnum ráðgeving

Til gleði og gagns fyri kundarnar, starvsfólkið, eigararnar og teg sum leiðara, kunnu vit hjálpa tykkum til betri úrslit við at fáa tykkum at leggja størri dent á tænastu og kundar, heldur enn bert á búskap og fíggjarætlanir, hóast eisini tað hevur týdning.

Saman kunnu vit gera av, hvørjir tykkara veruligu kundar ella brúkarar eru, og hvønn grundleggjandi tørv tit kunnu loysa fyri teir. Vit kunnu saman eyðmerkja nøkur mál, sum hava við kundanøgdsemi eins væl og við búskap at gera. Vit kunnu tryggja eitt nýtt og betri samband millum tað, sum brúkararnir vænta sær og tænastustøði tykkara, og eitt betri samskifti millum tykkum og brúkararnar uttan mun til, um tit reka alment ella privat virksemi.

Vit kunnu hjálpa tykkum at byggja eina organisatión, sum er skræddaraseymað til endamálið, og eina fyritøkumentan, sum stuðlar undir hetta.

Leiðarar og starvsfólk gerast bitin av at taka ábyrgd og at skapa loysnir og úrslit heldur enn upp í saman at royna at fjala seg aftan fyri ábyrgdina hjá hinum. Tey fara at kenna eina størri motivatión og gleði í arbeiðinum, og tey gerast enn meira errin av at arbeiða hjá tykkum.

Sum leiðari fert tú í nógv størri mun enn higartil at viðgera loysnir heldur enn trupulleikar, soleiðis at tú kanst leggja dent á tað, sum tú eigur – nevniliga leiðslu og menning.

  • Til frama fyri kundarnar, starvsfólkið, eigararnar – og fyri teg sum leiðara.
  • Størri dentur á tænastu og kundar og ikki bert á búskap og fíggjarætlan.
  • Ein skræddaraseymað organisasjón við hugaðum og ernum starvsfólkum.
  • Ein fyritøkumentan við ábyrgdarkenslu og trongd eftir at skapa úrslit.