Vitin-vegvísari

Tað vit eru

Vælkomin í tann roynda klubban

Leiðsluhúsið er tann sparringsfelagin, sum føroyskar leiðslur fyrst venda sær til, tá tær ynskja samstarv um leiðsluspurningar. Vit kunnu bjóða leiðslu ráðgeving og –sparring við støði í áralongum royndum frá bæði útinnandi leiðslu og sparring og ráðgeving av øðrum leiðarum.

Vit gera fyritøkur og stovnar effektivari, meira tænastusinnaðar og betri ílatnar at møta framtíðini.

Vit trúgva at tín fyritøka kemur longst um starvsfólkini læra at samstarva um røttu uppgávurnar og tað eydnast tykkum at gagnnýta øll evnini hjá starvsfólkunum.

Tað er samstundis mál okkara, at vit skulu virka fyri betri lívsdygd hjá kundum og brúkarum og størri arbeiðsgleði og eldhuga millum leiðarar og starvsfólk.

Vit, sum hava stovnað Leiðsluhúsið, eru tveir royndir harrar innan leiðslu av bæði privatum og almennum fyritøkum og stovnum. Vit bjóða tænastur okkara í tøttum samstarvi við okkara egnu starvsfólk, atknýttar samstarvspartar og undirveitarar.

Búmerki okkara

Ein flúgvandi gásaflokkur eyðkennir búmerki okkara. Gásaflokkurin verður leiddur á ein heilt serligan og góðan hátt, og allir limirnir í flokkinum átaka sær ábyrgdir á ein hátt, sum er sera áhugaverdur fyri okkum menniskju.

Tá ein gás í V-skipanini slær við veingjunum, skapar hon uppdrift hjá gásini í hølunum á henni og flokkurin kann flúgva munandi longri, enn um gásin fleyg einsamøll. Dettur ein gás úr skipanini, kennir hon alt fyri eitt á sær ta mótstøðuna, sum kemur av at flúgva einsamøll – og leitar beinanvegin aftur í skipanina. Er oddagásin um at hoykna undan, hálsar hon um og finnur sær eitt annað pláss í V-skipanini. Ein onnur gás tekur leiðsluna. Gæsnar, sum flúgva aftast, láta stuðlandi fyri at eggja teimum fremstu at halda á við somu ferð.

Verður ein gás særd ella sjúk, fylgjast tvær aðrar gæs við henni niður á jørðina at hjálpa og verja hana. Hesar verða hjá teirri skerdu gásini, til hon aftur fær flogið ella til hon doyr.