Úrslit

Úrslit hjá Tjaldurs Apotek

Kundar hava merkt ein stóran niðurskurð í bíðitíð, sum fyrr kundi vera upp til 20 minuttir. Í dag er ikki ofta, at bíðitíðin er longur enn 5 minuttir.
Eisini uppliva kundarnir í dag eitt hægri tænastustøði, eins og starvsfólkini hava fingið betri og tryggari karmar at arbeiða innan, við verksetingini av broyttari skemalegging.


Úrslit hjá Thor

Nýggi bygnaðurin hevur økt munandi um tænastustigið til skipini, og handfaringin av bíleggingum gevur eina einfalda og dagførda mynd av uppgávuni. Starvsfólkini vita ítøkiliga, hvat krevst av teimum hvørja viku. Harumframt eru keyps- og bíleggingaruppgávurnar býttar sundur, soleiðis at størri dentur nú verður lagdur á langtíðar keyp. Hetta gevur okkum haldbarar loysnir við góðum fíggjarligum fyrimunum.


H dygd logo Úrslit hjá H Dygd

Fyrst og fremst fáa kundarnir tað, sum verður lovað teimum, til tíðina. Harumframt vita øll starvsfólkini, hvat krevst av teimum hvønn dag, eins og framleiðsluorkan er økt munandi. H DYGD hevur nú eitt øðrvísi og munandi tryggari grundarlag at virka á, bæði í mun til kundar og innanhýsis í fyritøkuni, m.a. grundað á at samskipanin og samskiftið er munandi betrað. Harumframt hevur tilgongdin givið okkum møguleikar at menna nýggjar tænastur til kundarnar.


 

 

√ Hægri tænastustøði

√ Greiðari arbeiðskarmar

√ Haldbarar loysnir við góðum fíggjarligum fyrimunum

 


 

√ Kundar fáa tað sum er lovað til tíðina

√ Framleiðsluorkan økt við 65%

√ Samskipan og samskiftið betrað

√ Møguleiki at menna nýggjar tænastur