Vit arbeiða hart fyri at gera fyritøkur og stovnar meira tænastusinnað og fyri at skapa betri úrslit. Samstundis arbeiða vit fyri at geva kundum og brúkarum betri lívsdygd og leiðslum og starvsfólkum størri arbeiðsgleði.

Hesi úrslitini eru grundað á, at Leiðsluhúsið hevur ment eitt umfatandi úrval av amboðum til tess at loysa uppgávurnar. Kjarnin í øllum hesum amboðum er, at tey skulu skapa motivatión og úrslit gjøgnum eina spennandi og effektiva verkseting umframt góða samrøðu og samstarv millum leiðarar og starvsfólk.

Úrslitini eru eisini grundað á, at Leiðsluhúsið hevur bygt eitt stórt norðurlendskt netverk, har vit hava samband við førleikar, sum annars eru truplir at finna í Føroyum. Hetta gevur føroyskum fyritøkum og stovnum møguleika fyri nógvum fyrimunum, sum tey ikki arbeiða við og fyri í dag. Leiðsluhúsið kann brúka hesar førleikar í samsvari við tann tørv, tykkara fyritøka hevur.

 

Hvat siga okkara kundar
Aimi Justinussen
Aimi JustinussenFyrisitingarleiðari í Ansni
Allar avbjóðingarnar blivu gjølla viðgjørdar, og arbeiðið var væl tilrættalagt og professionelt. Vit hava beinanvegin upplivað betringar og síggja, at vitjanartølini á heimasíðunu eru økt longu nú. Vit eru sera væl nøgd og vilja avgjørt viðmæla tað.
Andras Davidsen
Andras DavidsenFramleiðsluformaður í H DYGD
"Lean hevur síðani 2009 verið í okkara arbeiðshátti, og hevur givið okkum enorma framgongd á øllum økjum."
Jóannis Skorheim
Jóannis SkorheimStjóri
"Vit dámdu tilgongdina til at loysa trupulleikan frá byrjan til enda sera væl. Øll starvsfólkini fingu nakað positivt burturúr. Tað sum bleiv sett út í kortið var einfalt og greitt, og bleiv lagað eftir okkara tørvi."
Uni Danielsen
Uni DanielsenStjóri
"Samstarvið við Leiðsluhúsið var sera gott, og eg fekk nógv burturúr. Eg fekk góða sparring og eisini nýggjan íblástur til økir, sum eg ikki havi hugsað um frammanundan."
Johnni Poulsen
Johnni PoulsenNevndarformaður
"Í Leiðsluhúsinum eru kompetent fólk, ið duga at skapa eitt rúm, har alt tað, ið skal sigast verður sagt."
Gunnbjørn Joensen
Gunnbjørn JoensenStjóri
"Vit fingu tað vit væntaðu burturúr samstarvinum við Leiðsluhúsið - og eitt sindur meira afturat."
Kristina Ejdesgaard
Kristina EjdesgaardDeildarleiðari
"Ein stór hugburðsbroyting er hend hjá starvsfólkunum, og  arbeiðsplássið er broytt til tað betra."