Testimonial Category: Lean skeið

Barbara Hannudóttir um Lean skeið

Vit fara at koyra Lean á skrivstovuni. Nú havi eg fingið ítøkilig amboð, sum eg kann fara í gongd við, m.a. hvussu mann analyserar spilløkir, planleggur hvar mann skal seta inn og fremja tað. Tað mest jaliga er, at eg fái arbeitt nógv meira effektivt framyvir, og kann fara í gongd við tað beinanvegin. 

Heri Joensen um Lean skeið

Eg kendi til Lean áðrenn og visti hvat tað gekk út uppá. Eg havi fingið góð amboð og mannagongdir fyri hvussu tað skal implementerast og hvussu eg skal arbeiða við tí nú. Eg vil viðmæla skeiðið til onnur og eisini til tey sum skulu vera projektleiðarir.

Eilif Dimon um Lean skeið

Eg tók Lean skeiðið, tí Landsverk fokuserar   uppá effektivitet, og tá hildu vit at hetta skeiðið var øgiliga spennandi og upplagt. Nú havi eg fingið fleiri  amboð at nýta og kann nýta tey meira skipað Øll hava gagn av at kenna til Lean og tí vil eg viðmæla skeiðið til onnur. 

Eyðbritt Danielsen um Lean skeið

Eg havi fingið ótrúliga nógv amboð, og sum kunnu brúkast allastaðni –  eisini í tænastuvinnuni, og bæði til stór og lítil projektir. Eg vil heilt sikkurt viðmæla skeiðið til onnur, tí mann fær ótrúliga nógv burturúr og øll kunnu brúka tað.

Margretha R. Heinesen um Lean skeið

Amboðini gera at eg eri før fyri at seta eitt projekt í gongd og implementera tað, og samstundis hava gott yvirblikk yvir allar fasurnar í meðan tað er í gongd. Eg vil heilt sikkurt viðmæla øðrum skeiðið.

Sigurð H. Sigurðsson

Væl fyriskipað, relevant og spennandi. Eg fekk gott innlit í hvat Lean er og hvussu tað kann nýtast, fyri at fáa mest burturúr gerandisdegnum. Skeiðið settieisini tankar í gongd, um hvussu ein sjálvur kann vera við til at  betra um arbeiðsdagin hjá sær okkum.

Rói Kalsø um Lean skeið

Við at hava verið á Lean skeið havi eg fingið amboð, sum vit kunnu implementera í fyrtøkuni. Eg eri eisini blivin tilvitaður um hvussu tað skal gjøgnumførast successfult.

Andrass Jensen um Lean skeið

Tá eg byrjaði skeiðið ynskti eg at fáa amboð til eitt Lean projekt. Nú tá skeiðið er liðugt havi eg fingið ein heilan amboðskassa. Eg havi fingið nógv burturúr, tað má eg siga.

Andrass Davidsen um Lean skeið

Við Lean amboðunum fært tú altíð avklárað tingini, fullført uppgávurnar og mann sær fyrimunir og vansar. Skeiðið er fantastiskt, so melda teg til, tí arbeiðsuppgávurnar blíva lættari.