Leiðarasparring

Leiðsluhúsið ráðgevur leiðslum innan rakstraroptimering, vakstrarkós og KT leiðslu. Ring á 230060 um tú hevur spurningar og ynskir at vita meira um ávís økir.

Tá avgerðir skulu takast, stendur tú sum leiðari ofta sera einsamallur. Leiðsluhúsið hevur drúgvar royndir innan leiðarasparring í truplum málum, og vit seta fegin okkara arbeiðsorku og royndir av til tín. Talan kann vera um eina einkulta sparring, ella um leypandi sparring í eina tíð, í mun til tín tørv. Sparringin er ógvuliga persónlig og í trúnaði

 

Truplar avgerðir

Ert tú í eini truplari støðu, sum krevur at tú skalt taka avgerð og handla her og nú, kunnu vit saman við tær eyðmerkja neyðuga grundarlagið, soleiðis at tú ikki ert í iva um, hvørja avgerð tú skalt taka.

 

Leiðsla

Tað er týdningarmikið at vera ein álitisvekjandi og nútímans leiðari, ið leiðir framtíðina, samstundis sum gerandisdagurin skal leiðast. Saman vit tær kunnu vit seta fokus á tína leiðsluábyrgd, soleiðis at tú brúkar tína tíð, í trá við hvat tú brennur fyri.

 

Gjøgnum leiðslufokus kanst tú blíva dugnaligari at útdeligera, sum er serstakliga trupult hjá nógvum leiðarum. Stórur partur av tíðini hjá nógvum leiðarum fer við at loysa gerandisligar trupulleikar, sum onnur í organisatiónini saktans kunnu loysa.