Er samanhangur í kunning og samskifti tykkara?
Øll nútímans leiðsla snarar rundan um góða kunning og skilagott samskifti. Um visjónir, mál og ætlanir. Um virði og samtyktar reglur fyri samstarv. Um viðurkenning og stuðlandi kritikk.
Vánalig kunning ella ófulfíggjað samskifti kunnu spilla sjálvt ta bestu strategiina. Tit hava ivaleyst onkutíð merkt, hvussu nógva orku eitt óheppið samskiftið hevur sogið úr fyritøku tykkara. Hinvegin er nógv at vinna hjá tykkum, um tit megna eina góða kunning og eitt heppið samskifti um tað, sum tit gera og umboða.
Hetta er eins væl galdandi fyri tykkara innanhýsis sum tykkara uttanhýsis samskifti. Skulu tit náa tykkara málum, hevur tað alt at siga, at tit fáa stuðul frá bæði starvsfólkum, kundum ella brúkarum, eigarum, politisku ábyrgdarhavarum, íleggjarum ella fíggingarstovnum eins væl og samfelagnum sum heild. Harafturat kann tað viðhvørt hvessa tykkara egna medvit um fyritøku tykkara, tá tit arbeiða miðvíst við kunningini um hana.
Sum ein liður í tí strategiska stuðlinum til fyritøku tykkara bjóða vit okkum tí eisini til at hjálpa tykkum við at tryggja strategisku dygdina í tykkara innanhýsis og uttanhýsis samskifti.
- Hava tit eina greiða mynd av fyritøku tykkara, tá tit siga øðrum frá henni?
- Eru tit før fyri at skapa gjøgnumskygni og at sleppa undan leysasøgum?
- Megna tit at skapa áhuga fyri og stuðul til tykkara søk?
- Er samanhangur millum innanhýsis og uttanhýsis samskifti tykkara?
