KT ráðgeving

Fá skil á KT íløgunum

Endamálið: Betur gagnnýtsla av KT íløgunum

Úrslit: Vælvirkandi KT skipanir, sum studla virkseminum

Vit hjálpa tykkum at finna út av um tit gagnnýta møguleikarnar á hesum ógvuliga fjølbroytta øki optimalt, og um tit ikki gera, hvørja leið tit so skulu fara fyri at fáa meira burturúr tøknini.
 
Skulu tit taka avgerð um at útvega eina nýggja skipan, hjálpa vit tykkum við at finna út av hvør loysn er best fyri júst tykkum. Og tað er ikki bara sum at siga tað í hesi frumskógini av møguleikum.
 
Tá tað kemur til verkseting av eini KT loysn í tykkara umhvørvi, hava vit drúgvar royndir við at tryggja at loysnin verður verksett til avtalaða tíð og prís og soleiðis at bæði starvsfólk og kundar aftaná frøðast um broytingina.
 
Ofta hava fyritøkur og stovnar trupulleikar við nýtsluni av eini KT skipan, sum til tíðir meira kann tykjast sum ein forðing enn ein hjálp í arbeiðnum. Sambært okkara royndum er trupulleikin aloftast annaðhvørt at skipanin ikki er tillaga nóg væl til uppgávuna hjá tykkum ella at tit ikki hava tillaga arbeiðsgongdirnar til skipanina. Vit hjálpa tykkum at fáa skipanina at fungera optimalt, so hon veruliga ger mun í tykkara umhvørvi.