Endamálið við hesi tænastu er at geva leiðsluni greið fakta um teirra kundar, við tí endamálið at røkka kundunum betri, og harvið veita eina betri tænastu.
Alt ov ofta verður samskift og arbeitt út frá tilvild og gitingum, og tá tekur samskifti ofta støði í kenslum og ósakligum grundgevingum. Ynskir tú at styrkja umdømi og samleikan, er neyðugt at arbeiða við støði í analysum, sum staðfesta veruleikan. Endamálið við analysuni er at geva tykkum greiðar upplýsingar um, hvat kundarnir veruliga meta um tykkara vørur og tænastur.
Vit leggja stóran dent á, at niðurstøðurnar eru einfaldar, greiðar og klárar at arbeiða víðari við beinanvegin. Okkara tilmæli eru altið býtt sundur í tilmæli um hvat kan gerast beinanveg, og hvat kann gerast yvir tíð. Harumframt geva tilmælini eisini greið boð um, hvussu nýbrot og betringarnar kunnu femjast í verki.
Kanningar, sum vit kunnu gera fyri tykkum:
Vit kunnu bjóða tykkum kvalitativar og kvantitativar kanningar:
- Fokus bólkar
- Kundakanningar
- Brúkarakanningar
- Marknaðarkanningar
- Málbólka kanningar
- SEO greining av heimasíðu og hvussu tit røkka kundunum á netinum – Finna kundarnir upplýsingarnar teir hava tørv á? (Verður gjørt við Search Engine Optimization analysu og Google Analytics)
- Lyklaorðsætlan
- SEO vinarligan tekst
- Google amboð
- Linkbuilding
-
- SEM – lýsingar
- SEM – lýsingar
Hetta fáa tit burturúr:
- eina óhefta kanning
- grundleggjandi vitan um eitt ávíst øki
- samskifta við áhugabólkarnar um tykkara tænastu/vøru
- øll úrslitini verða greinaði og verða klár at nýta beinanvegin
- skjalfesting av allari kanningini og úrslitinunum
- upplýsingar um hvørjar menningarmøguleikar eru
- greiðar upplýsingar um hvar tørvurin á betringum eru mest átroðkandi
- betringarnar verða býttar upp í skjótar loysnir og loysnir sum taka longri tíð

