H DYGD og Leiðsluhúsið byrjaðu samstarvið í 2009 og síðani tá hevur H DYGD nýtt Lean tilgongdina. Tey hava m.a. fingið veitingartíðina niður (við 67%), tey levera nú til tíðina og framleiðslan er voksin við 65%.
Úrslit 
✓ Minni lagur
✓ Betri lagurstýring
✓ Betri leiðsluháttur
✓ Betri fíggjarstýring
✓ Avklárað uppgávur
✓ Framleiðsluorkan økt
✓ Ómetalig framgongd á øllum økjum
✓ Veitingartíðin er farin frá 12 vikum til 4 vikur
✓ Fríð um kvøldarnar og í vikuskiftinum!
✓ Minni stress, tí uppgávurnar verða fullførdar til tíðina
Avbjóðingar tá samstarvið byrjaði:
Í 2009 hevði H DYGD eina veitingartíð uppá 12 vikur og kláraði ikki altíð at halda hana.
Fyritøkan hevði eisini ov stórt lagur, sum samstundis ikki hevði eitt gott flow.
Endamálið við samstarvinum:
H DYGD skuldi hava veitingartíðina niður, levera til tíðina og framleiðsluorkuna upp. Fyri at kunna røkka hesum málum, setti Leiðsluhúsið eina Lean tilgongd í verk, ið innibar m.a. at minka um lagrið og gera arbeiðsprocessirnar betri.
Viðgerin av avbjóðingunum:
Leiðsluhúsið byrjaði við Lean projektum hjá H DYGD í 2009. At byrja við bleiv ein greining framd. Við útgangsstøði í greiningini blivu nøkur átøksøki vald, og út frá tí blivu Lean projektini sett í verk. Tá Lean projektini vóru implementeraði og gjøgnumførd, blivu tey fylgd upp við góðskuskoðan, fyri at tryggja at tað, sum mann væntaði áðrenn byrjan varð framt í verki.
Eitt av endamálunum hjá Leiðsluhúsinum er altíð at kunna lata projektini víðari til innanhýsis starvsfólk. Við tí røttu vegleiðingini, hevur H DYGD megnað at arbeitt víðari við Lean við góðum úrslitum.
“Lean hevur síðani 2009 verið í okkara arbeiðshátti, og hevur givið okkum enorma framgongd á øllum økjum” sigur Andras Davidsen, framleiðsluformaður

