Andras Davidsen: "Lean hevur síðani 2009 verið í okkara arbeiðshátti, og hevur givið okkum enorma framgongd á øllum økjum."
Jóannis Skorheim: "Vit dámdu tilgongdina til at loysa trupulleikan frá byrjan til enda sera væl. Øll starvsfólkini fingu nakað positivt burturúr. Tað sum bleiv sett út í kortið var einfalt og greitt, og bleiv lagað eftir okkara tørvi."
Aimi Justinussen: "Allar avbjóðingarnar blivu gjølla viðgjørdar, og arbeiðið var væl tilrættalagt og professionelt. Vit hava beinanvegin upplivað betringar og síggja, at vitjanartølini á heimasíðunu eru økt longu nú. Vit eru sera væl nøgd og vilja avgjørt viðmæla tað."
Gunnbjørn Joensen: "Vit fingu tað vit væntaðu burturúr samstarvinum við Leiðsluhúsið – og eitt sindur meira afturat."
Uni Danielsen: "Samstarvið við Leiðsluhúsið var sera gott, og eg fekk nógv burturúr. Eg fekk góða sparring og eisini nýggjan íblástur til økir, sum eg ikki havi hugsað um frammanundan."
Kristina Ejdesgaard: "Ein stór hugburðsbroyting er hend hjá starvsfólkunum, og arbeiðsplássið er broytt til tað betra."