Uppgávur

Her eru nøkur dømi uppá uppgávur vit hava havt. Trýst á leinkjuna fyri at lesa um alla uppgávuna.


H DYGD

Kundarnir hjá H Dygd fingu tað sum var lovað teimum til tíðina og framleiðsluorkan øktist. H Dygd fekk eitt øðrvísi og tryggari grundarlag at virka í. Les meira um hvussu her

Thor

Thor fekk nýggjan bygnað, sum økti tænastustigi. Við ítøkiligum ætlanum fekk Thor haldbarar loysnir við góðum fíggjarligum fyrimunum. Les meira her


Tjaldurs Apotek

Les um hvussu kundarnir merktu ein stóran niðurskurð í bíðitíð,
sum fyrr kundi vera upp til 20 minuttir. Í dag er ikki ofta, at bíðitíðin er longur enn 5 minuttir.
Eisini uppliva kundarnir í dag eitt hægri tænastustøði, eins og starvsfólkini hava fingið betri og tryggari karmar at arbeiða innan, við verksetingini av broyttari skemalegging. Les meira her

 

Referansur
Hvat siga okkara kundar
Aimi Justinussen
Aimi JustinussenFyrisitingarleiðari í Ansni
Allar avbjóðingarnar blivu gjølla viðgjørdar, og arbeiðið var væl tilrættalagt og professionelt. Vit hava beinanvegin upplivað betringar og síggja, at vitjanartølini á heimasíðunu eru økt longu nú. Vit eru sera væl nøgd og vilja avgjørt viðmæla tað.
Andras Davidsen
Andras DavidsenFramleiðsluformaður í H DYGD
"Lean hevur síðani 2009 verið í okkara arbeiðshátti, og hevur givið okkum enorma framgongd á øllum økjum."
Jóannis Skorheim
Jóannis SkorheimStjóri
"Vit dámdu tilgongdina til at loysa trupulleikan frá byrjan til enda sera væl. Øll starvsfólkini fingu nakað positivt burturúr. Tað sum bleiv sett út í kortið var einfalt og greitt, og bleiv lagað eftir okkara tørvi."
Uni Danielsen
Uni DanielsenStjóri
"Samstarvið við Leiðsluhúsið var sera gott, og eg fekk nógv burturúr. Eg fekk góða sparring og eisini nýggjan íblástur til økir, sum eg ikki havi hugsað um frammanundan."
Johnni Poulsen
Johnni PoulsenNevndarformaður
"Í Leiðsluhúsinum eru kompetent fólk, ið duga at skapa eitt rúm, har alt tað, ið skal sigast verður sagt."
Gunnbjørn Joensen
Gunnbjørn JoensenStjóri
"Vit fingu tað vit væntaðu burturúr samstarvinum við Leiðsluhúsið - og eitt sindur meira afturat."
Kristina Ejdesgaard
Kristina EjdesgaardDeildarleiðari
"Ein stór hugburðsbroyting er hend hjá starvsfólkunum, og  arbeiðsplássið er broytt til tað betra."