Search Engine Optimization

Hevur tú googla tína fyritøku? Tú kanst í stóran mun avgera sjálv/-ur hvørjar upplýsingar tínir kundar finna um tykkum á netinum. Hetta gera tit við nevndu amboðum, sum kunnu gera tykkum til eina SEO (Search Engine Optimization) vinarliga fyritøku/stovn.

Endamálið við SEO er at tit gerast sjónligari á netinum og harvið veita eina betri tænastu. 

Við m.a. hesum amboðunum kunnu tit røkka kundunum og fáa fleiri vitjandi:

Lyklaorðs ætlan – Hvørji lyklaorð leggja tit dent á nú tá tit marknaðarføra tykkum? Og hvørji lyklaorð burdu tit lagt dent á.

Google Analytics – Sera hent amboð til at síggja hvussu tey vitjandi á heimasíðuni nýta tína heimasíðu. Við hesum fært tú tikið avgerðir út frá greiðum fakta og tú sleppur undan at gita framyvir.

Google amboð – Gevur heilt greitt tínum kundum teir neyðugu upplýsingarnar um tykkum, tá teir leita eftir fyritøkuni/stovninum á netinum. Eisini fært tú at vita hvørjum tey leita eftir fyri at koma á tína heimasíðu.

SEO vinarligan tekst – Hjálpir tínari heimasíðu við at vera á síðu 1 á Google. Koyrir ferðslu út og inn á heimasíðuna – hetta gagnar tykkum!

Google AdWords – Lýsingaramboð á netinum – røkk tínum málbólki!

 

Hvat fáa tit burturúr?

  • tit gerast sjónligari á netinum
  • betri samskifti við núverandi og møguligir kundar
  • meira kundavinarlig
  • modernað og profesionell
  • neyðugu lyklaorðini verða heft at tykkum, soleiðis at kundarnir finna tykkum skjótari og lættari
  • kundarnir fáa neyðugu upplýsingarnar meira ómakaleyst
  • lættari hjá kundum at finna tykkum (hvar tit halda til), tí felagið verður skrásett hjá Google
  • kundin fær meira vitan um tykkum, sum møguliga kann minka um telefon uppringingar
  • við Google amboðum fáa tit nýggj data hvønn dag um brúkarar, sum eru áhugaðir í tykkum (hvussu nógv hava leitað eftir tykkum, hvussu nógv hava hugt á profilin, hvussu nógv hava hugt eftir myndunum, hvussu nógv hava hugt eftir greinum)
  • tit fáa rá data yvir hvat vitjandi hyggja at á heimasíðuni, og kunnu samskipa tykkara marknaðarføring eftir hesum
  • kunning um hvørjum brúkarar leitar eftir, áðrenn teir koma inn á heimasíðuna, tvs. í mun til teirra áhugamál

Vit ynskja at hjálpa tykkum við at veita tykkara kundum eina betri tænastu!


 

SEO
Dømi upp á SEO møguleikar

 

Ring á 230069 ella skriva til rebekka@lh.fo og fá eitt ókeypis prát um hvat vit kunnu gera fyri júst tína fyritøku/stovn